Helgi Abrahamsen spyr Jørgen Niclasen, hvi tað er dýrari at gera veg enn at spreingja gjøgnum eitt fjall.
Hvussu ber tað til, at ein rundkoyring í Skálafirði kostar umleið seks ferðir so nógv sum aðrar rundkoyringar í Føroyum kosta, og hví er tað dýrari at gera veg eftir slættlendi í Skálafirði, enn tað er at borða og spreingja gjøgnum eitt fjall til Gásadals? Tað vil Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, hava Jørgen Niclasen, landsstýrismann, at svara í einum munnligum fyrispurningi.
Helgi Abrahamsen vísir á, at tá Løgtingið í 2009 samtykti at gera veg omanfyri bygdina Skálafjørð, varð kostnaðurin mettur at vera 43,5 mió. krónur, men sambært seinastu útbjóðingini er kostnaðurin nú umleið 70 mió. krónur.
???Hetta er næstan dupult so nógv sum Gásadalstunnilin kostaði tá hann varð gjørdur,??? sigur Helgi Abrahamsen og vísir á, at ætlaða vegagerðin í Skálafirði er eitt vet styttri enn Gásadalstunnilin, tá tilkoyringarvegirnir eru íroknaðir.
Helgi Abrahamsen vil tí hava Jørgen Niclasen at greiða løgtinginum frá, hvør orsøkin er til, at kostnaðurin av vegnum er hækkaður so nógv, og hann spyr eisini hví ein rundkoyring í Skálafirði kostar heilar sjey milliónir krónur at gera. Harumframt spyr løgtingsmaðurin, hvat landsstýrið ætlar at gera fyri at fáa ferðsluna gjøgnum Skálafjørð trygga, og um tað er rætt sum hann hevur fingið upplýst, at landið hevur keypt og goldið fyri jørðina, har ætlanin var at gera vegin.
Fyrispurningurin skal svarast næstu ferð, tá munnligir fyrispurningar eru á skránni í løgtinginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald