Politikkur

Dupulthøll byggjast í Havn

...

2014-01-28 21:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í íløguætlanini fyri 2014 eru settar kr. 9 mió av til dupulthøll við Landavegin. Sambært samtyktini hjá mentamálanevndini skal talan verða um fleirfunktionella høll, sum lýkur ásetingar til altjóða dystir. Hugsað er her um serstakliga hondbólt og flogbólt, ið krevja ávísa hædd.


Tað samlaða grundøkið er lutvíst planerað. Til eina tvíhøll skal allur matrikkulin planerast, og hetta arbeiðið kann gerast nær sum helst.

Neyðugt er at viðgera nærri og ítøkiligera, hvat høllin skal rúma bæði av ítróttaumstøðum, felagshølum, fleirfunktionalietum so sum flytførar tribunir, skilja/leggja saman hallir, sjónvarping, stevnir, parkerings- og atkomuviðurskifti v.m., eins og møguleikan at byggja og taka í nýtslu bygningin í stigum.

- Til tess at ítøkiligera ætlanina er neyðugt við játtan at fyrireika eitt konseptuppskot at leggja fyri nevndina aftur sum grundarlag at útvega byggiskrá og kostnaðarmeting.

- Mælt er tí til sambært uppskoti frá trivnaðarstjóranum og mentamálaleiðaranum at játta hálva miljón til fyrireikingarnar. Hesum hava mentamála- og fíggjarnevndin tikið undir við, nú málið kemur fyri býráðið, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder