2015-05-27 22:56

KVF: ??tlanin var, at Margretha drotning og Heindrikur, prinsur, skuldu koma á almenna vitjan í Føroyum frá 15. til 19. juni.
Men nú fólkatingsval verður 18. juni, hongur vitjanin í leysum lofti.
Danska kongshúsið ger nógv burturúr at vera politiskt óheft. Sambært grundlógini er valdið hjá drotningini avmarkað. Hon setur formliga forsætisráðharran, men drotningin er ikki virkin í politisku gongdini.
Tað er eisini siðvenja, at limirnir í kongshúsinum fara ikki á val, og tey eru sera varin ikki leggja seg út í valstríð, les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald