Dráttur hevur sent klagu til fbf um at SÍ brúkti ein ólógligan leikara í dystinum í gjár.
Helga Guttesen fekk flutt spæliloyvi frá ÍF 6. februar, og grein 8 d í kappingarreglunum hjá fbf sigur, at
d) Felag kann nokta leikara at flyta til annað felag, um so er, at felagið metir, at peningalig ella onnur felagslig áhugamál binda viðkomandi leikara.
Hetta hevur ÍF gjørt, tey noktaðu at flyta spæliloyvi hjá Helgu til innanhýsis dysturin millum ÍF og SÍ var spældur 5. februar.
fbf hevur valt at loyvt Helgu spælt grundað á § 8a har tað stendur Luttakandi leikari skal í minsta lagi hava verið limur ein mánað í tí felag, sum hann luttekur fyri.
Hetta gongur ímóti tí sum hendi í 2006, tá Nina skifti frá ÍF til Drátt. Tá fekk Dráttur greið boð um, at spældi hon áðrenn ein mánaði var farin frá tí, spæliloyvi varð flutt, fór Dráttur at tapa dystirnar um hon spældi við.
Hetta hevur kanska nakað at gera við, hvørji feløg eru umboðað í nevndini hjá fbf?
Livst so spyrst.
Skrivar Dráttur á Facebook.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald