2014-02-20 23:47
Trolbáturin Dragasund VA 261 hjá Sp/f Húsadalur í Sørvági er í dag seldur einum felag v/Bjarna Kass í Tórshavn.
Veiði- og fiskiloyvini er somuleiðis flutt til nýggja eigaran.
Dragasund er bygdur í Íslandi í 2002 og er 66,40 bruttoregistartons til støddar.
Tað er skipsmeklaravirkið MARETEC á Argjum sum skipaði fyri søluni.
Skipið kemur framhaldandi at eita Dragasund og kemur at hava heimstað í Tórshavn.
Spurningurin er nú sum Dragasund fer at fáa sama lit sum Fiskaklettur, nú skipini hoyra undir sama reiðaríð.
Kelda: skipini.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald