JN

Dómararnir fyrireika seg til kappingina

...

2014-03-11 21:31 Author image
placeholder

 Um vikuskiftið hava dómararnir, ið skulu leiða dystirnar í fremstu deildunum í føroysku fótbóltskappingini, verið á skeið á Hotel Føroyum.

Í fótbóltsfeløgunum kring landið verður í hesum døgum seinasta hond løgd á fyrireikingarnar til enn eitt kappingarár í føroyskum fótbólti. 

Men tað eru ikki bara leikararnir, ið gera seg til reiðar til eina nýggja kapping.

Um vikuskiftið hava dómararnir, ið fara at leiða dystirnar í fremstu deildunum hjá kvinnum og monnum, og hjálpardómararnir, verið á skeið á Hotel Føroyum.

Tilsamans luttóku 35 dómarar og hjálpardómarar, har av ein kvinna, og 11 dómaraeygleiðarar á skeiðnum. 

Byrjað varð hóskvøldið, og skráin allar dagarnar var sera fjølbroytt. Eitt evni, ið varð nógv viðgjørt, vóru nýggju tulkingarnar í samband við rangstøðu. Onnur evni, ið eisini vórðu viðgjørd, vóru leiðsla, fyrimunir, støðusnildi (plasering), fríspørk og agarevsingar í sambandi við fríspørk.

Nærum hvørt ár verður altjóða fótbóltslógin dagførd, og hetta er sjálvandi eisini galdandi fyri føroysku kappingini.

- Nýggju tulkingarnar viðvíkjandi rangstøðu koma í gildi beinanvegin. Har afturat verður møguliga gjørd ein roynd við eyka hjálpardómarum, ið koma at standa við mállinjuna, og verður hetta í fyrstu atløgu roynt í onkrum dystum í steypakappingini, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya. 

Føroyska fótbóltskappingin fer av álvara í gongd leygardagin 15. mars , tá fyrstu dystirnir í fremstu deildini hjá monnum, Effodeildini, eru á skránni. Í Havn spæla B36 og Skála, við Margáir tekur EB/Streymur ímóti HB, og í Gøtu spæla Víkingur og AB. Sunnudagin verða tveir dystir í Effodeildini. Í Runavík verður grannauppgerð ímillum NSÍ og B68, og í Fuglafirði tekur ÍF ímóti KÍ.


Í kappingini um Løgmanssteypið verður møguliga gjørd ein roynd við eyka hjálpardómarum


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder