2017-11-30 11:42
HSF hevur sett Dia Midjord sum høvuðsvenjara fyri U-landsliðið við kvinnum, føddar í ár 2002 og yngri. Avtalan er gjørd fyri tvey ár.
Fyrsta uppgávan hjá aldursbólkinum er European Open fyri U16 kvinnulandslið, í Gøteborg í Svøríki, næsta summar. Á sumri 2019 er stór uppgáva fyri framman, tá HM-undankapping er fyri U17-landslið.
Í næstum verður ein bruttohópur og ein virksemisætlan kunngjørd.
Dia Midjord verður eisini høvuðsvenjari hjá A-landsliðnum við kvinnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald