Politikkur

Demensvinarligt samfelag - sjúk og avvarðandi í klemmu

...

2021-11-20 17:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tá eldraøkið í 2015 varð lagt út, fingu kommunurnar ábyrgd av teim, ið eru 67+.

Almannaverkið ábyrgdina av tænastuni til teirra millum 18-66 ár.

Nógvar kommunur hava lagt stóra orku í, at veita tænastur í mun til tørvin.

Verri stendur til við teim tænastum, ið Almannamálaráðið hevur ábyrgd av.

Tað kom greitt fram undir pallborðsorðaskiftinum,sum Alzheimerfelagið á sinni skipaði fyri undir heitinum ???Demensvinarligt samfelag???.

T.d. er dømi um persónar, sum eru ???strandaðir??? á sjúkrahúsum í fleiri mánaðir, tí eingin tyktist at kunna-og ella vilja veita teim nøktandi tænastu, eftir at sjúkrahúsviðgerin var lokin.

Orsøkin, fyri hesi óvirðuligu støðu sum persónar eru komnir í, er, at viðkomandiikki hevur nátt pensjónsaldur, og sostatt fellur uttanfyri reglurnar um upptøku til búpláss á ellis-og røktarheimum og eldrasambýlum hjá kommununum.

Markamótaskjalið

Vísandi til Markamótaskjalið undirskrivað av avvarðandi pørtum 30.05.16 verður fylgjandi staðfest í ???Markamót 3??? : ???3. Markamót er somuleiðis, tá talan er um borgarar, sum ikki eru fólkapensjónistar, men hevur varandi sjúku ella serligan tørv á røkt alt samdøgrið???.

Tá slík støða tekur seg upp, verður fylgjandi sagt í sama ???Markamót 3???:???Landið hevur ábyrgdina av at veita persónum við týðandi likamligium ella sálarligum breki ella víðfevnandi sosialum trupuleikum, og sum tørva hjálp og stuðul til vanligt dagligt virksemi, umframt møguliga røkt, búpláss???.

Vísandi til løgtingslóg nr. 19 frá 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m. verður í § 14, stk 2 sagt: ???Í serligum føri kann røktarheim ella eldrasambýli eisini hýsa øðrum røktarkrevjandi persóni enn fólkapensjónisti???.

Sostatt er teoretiskur møguleiki til staðar, at persónar yngri en 67 ár kunnu fáa pláss á røktarheimi ella sambýli hjá kommununum.Men verunleikin er bert, at í slíkum førum verður kravd ???gjaldváttan??? frá Almannverkinum, áðrenn støða verður tikin til møguliga upptøku á røktarheimi og sambýli.

Og verður slík játtan ikki givin, ja, so er eingin hjálp at heinta frá teim kommunalu stovnunum.

Um kommunurnar eisini høvdu ábyrgd av teim yngri enn 67 ár, so vildi støðan uttan iva veri munandi betri.

Aldursmarkið ein forðing

Tíanverri eru tað nógv dømi um, at persónar, einamest við demenssjúku, ikki fáa stovnspláss ??? orsakað av, at teir ikki hava nátt pensiónsaldur.

Alment hevur verið frammi um avvarðandi, sum í áravís hava stríðst við at fáa ta neyðugu hjálpina ??? men er komin til ???stongdar dyr???.

Hetta er ein óvirðulig støða, sum tyngir um gerandisdegin bæði hjá tí sjúka sjálvum og ikki minst avvarðandi hansara.

Sostatt er tað aldursmarkið, ið er ein forðing fyri, at persónar ikki fáa ta hjálp teim tørvar.

Í umtalaða Markamótaskjali, verður beinleiðis sagt um aldursmarkið:???Almannamálaráðið kannar, hvussu stuðulstænastan kann gerast óheft av aldrinum og hvørjar avleiðingar eru av hesum???.

Talið av føroyingum við demens sjúku økist

Fyri nøkrum árum síðan sá verkætlanin ???Demensur í Føroyum ??? nú og í framtíðini,??? dagsins ljós.Hendan verkætlanin var gjørd av fakfólki, sum starvaðust bæði innan primeru og sekunderu heilsutænastuna í Føroyum.

Í fororðinum til hesa ætlan, verður m.a. sagt:

???Komandi árini verður demens sjúkurnar ein avbjóðing fyri samfelagið, tí framskrivingar av hagtølum vísa, at tað verða væl fleiri føroyingar við demens sjúku, enn tað eru í dag. Avbjóðingin liggur í, at fáa politisku skipanina, fakfólk og avvarðandi at taka felags tøk á somu leið, soleiðis, at skapast kunnu tey neyðugu korini fyri hesi fólk, ið rakt verða.

Loksins í fororðinum til hesa verkætlan verður sagt ??? Ein ætlan ger einki einsamøll, men krevur eisini ein vilja og eina megi til at seta í verk tey átøk, sum eru neyðug fyri at skapa bestu umstøður..???

Sostatt er tað umráðandi og alneyðugt, sum skjótast, at hesar forðingar,ið raka tey yngri enn 67 ár, fáast av vegnum

Í samgonguskjalinum, sum varð undirskrivað fyri tveimum árum síðan, stendur:???Við atliti til borgarar millum 18-66 ár verða ásetingarnar í Markamótaskjalinum settar í verk???.

Tí hevur undirritað sett landsstýriskvinnuni í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fyrispurningur um Markamótaskjalið og tænastuni til teirra ið eru yngri enn 67 ár.

Spurningarnir eru soljóðandi:

1. Hvussu langt er komið við at fremja ásetingarnar í Markamótaskjalinum ??? til gagns fyri borgarar yngri enn 67 ár ?

2. Er ætlanin at fáa kommunurnar at hava ábyrgdina av tænastuni til teirra ,ið eru millum 18 ??? 67 ár ?

Tordur J. Niclasen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder