Tá Norðlýsið fór norður á Strond í morgun at taka myndir av grindini, var ongin bátur hjá grindini. Hon lá still og grindaðist nærri Kunoyarlandinum miðskeiðis ímillum Haraldssund og Skarð.
Tá vit høvdu staði har góða løtu 15 minuttir kanska, kom gummibátur undan Hestmúlanum. Fyrst hildu vit tað vera Sea Shephard, men sum báturin kom nærri sást, at hetta var danska politiið.
Grindin hevði beint tá hug at taka seg longur út eftir fjørðinum. Politibáturin helt tó leiðina fram inn á Haraldssund. Ongin bátur var tí hjá grindini tá vit fóru av Strond fyri at leggja hesar myndirnar út.
??tlanin er nú sum sagt at goyma hana til ímorgin eftir tí sýslumaðurin sigur. Men nú sýnist vindurin at linka, so helst verður okkurt broytt í leypið av degnum, um so er at veðrið áhaldandi batnar,sigur sýslumaðurin.
Dagført kl. 14.15
Grindin hevur nú kós norðureftir.
Karl Johansen sigur, at grindin í løtuni liggur norðanfyri Skarð. Hon hevur kós norðureftir og í løtuni er eingin bátur hjá grindini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald