2014-08-15 18:58

Týsdagin 19. august kemur Martin Lidegaard, danski uttanríkisráðharrin, til Føroya á hansara árligu arbeiðsvitjan.
Á ferðini skal uttanríkisráðharrin hava fund við løgmann.
Løgmaður og Martin Lidegaard hava tíðindafund á Løgmansskrivstovuni týsdagin 19. august kl. 14.15.
Fjølmiðlar, ið ynskja at luttaka á tíðindafundinum skulu boða frá á [email protected] ella tlf. 551040 í seinasta lagi týsdagin 19. august kl. 9.
Á ferðini skal uttanríkisráðharrin eisini hitta løgtingsins uttanlandsnevnd.
Uttanríkisráðharrin fer av landinum aftur mikudagin 20. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald