2014-01-20 14:49
Danska Dankort-skipanin, sum føroysku bankakortini eisini eru ein partur av, riggar ikki í morgun. Hetta upplýsir veitarin Nets, sambært Berlingske Tidende.
Skipanin skuldi hava eina dagføring í morgun tá veitarin misti sambandi við hana.
- Vit hava onki samband við okkara telduskipan, so vit fáa ikki tikið ímóti flytingum. Flestu handlar kunnu tó brúka sokallaðu "offline-skipanina", so teir kunnu taka fyri frá fólki álíkavæl. Har man merkir trupulleikan best er á ómannaðum bensinstøðum sum bensinstøðir, ferðaseðlaautomatum og líknandi, sigur samskiftisstjórin hjá Nets, Ulrik Marschall.
??ll skipanin hjá Dankort er rakt av trupulleikanum, og tey vita í løtuni ikki nær hon verður klár aftur
Kelda portal.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald