Politikkur

Dagpeningur til foreldur og javning í almennum veitingum.

...

2021-11-09 19:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eitt einmælt løgting hevur í dag samtykt tvey uppskot, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landstýriskvinna í almannamálum, legði fram vegna landsstýrið.

Annað málið var at javna almennar veitingar við 2.05 prosentum frá fyrsta januar 2022. Tað merkir, at almennar veitingar fylgja lønargongdini á almenna arbeiðsmarknaðinum. Hetta er fyrstu fer síðan 2014, at almennar veitingar verða javnaðar. Javningin merkir millum annað, at stakir pensjónistar, ið ikki fáa annað enn fólkapensjón og samhaldsfasta, síðan 2019 hava fingið ein hækking í pensjónini uppá kr. 1455, meðan giftir pensjónistar fáa kr. 1422 fleiri enn um mánaðin í 2022 enn í 2019.
Harafturat er eisini samtykt at broyta lógina um dagpening vegna sjúku, so foreldur at børnum, ið eru yngri enn 14 ár, ið mugu heim við barninum vegna Covid-19, eisini fáa dagpening. Talan eru um bæði sjúku og sóttarhald.
Vikið var frá øllum tíðarfreistum í hesum báðum málum. Tey vórðu til fyrstu viðgerð í gjár og til aðru og triðju viðger í dag.
Landsstýriskvinnan fegnast um, at trivnaðarnevndin hevur arbeitt skjótt og væl og at eitt samt løgting tók undir við málunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder