Vinna

Dagføring afturkalling av kaldroyktum vørum frá Sjógæti, Norðskála

...

2021-04-09 14:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Galdaldi afturkalling hjá virkinum Sjógæti, umfatar nú eisini frystar kaldroyktar vørur pakkaðar í tíðarskeiðinum 05.10.2020 til og við 26.03.21 av tí at Listeria monocytogeneser ávíst í nøkrum av vørunum.


Vora2.png

Hvør er vøran?

Fryst kaldroykt vøra frá Sjógæti

Vøran kann eisini vera seld undir søluheitinum Rinka

Pakkað í tíðarskeiðnum frá og við05.10.2020 til og við 26.03.2021

Handlar2.png

Hvar er vøran seld?

Vøran er seld í føroyskum handlum. Eisini er vøran latin í jólapakkar.

Fyritoka2.png

Virkið, ið afturkallar

Sjógæti Sp/f Norðskáli

Orsok2.png

Orsøk til afturkalling

Sjógæti afturkallar frystar kaldroyktar vørurpakkað í tíðarskeiðnum frá og við05.10.2020 til og við 26.03.2021. Kanningar hava staðfest at Listeria monosytogenes er ávíst í nøkrum vørum í oktober 2020 og í marts 2021. Vandi er tí fyri at listeria monocytogenes eisini kann vera í aðrari vøru framleidd í hesum tíðarskeiði.

Vandi2.png

Vandi

Infektión við bakteriuni Listeria monocytogenes kann vera sera vandamikil. Symptomini líkjast influenzasymptomum við fepur, høvuðpínu og í onkrum førum maga/tarm trupuleikumSí meira um listeria í matvørumher

Rad2.png

Ráð til borgaran

Brúkarar kunnu lata vøruna innaftur har hon er keypt, ella burturbeina hana.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder