2014-09-14 23:00

Stundin er komin at leggja okkara samstarv við ES til rættis av nýggjum.
Vit hava tørv á einum breiðari samstarvi og meira tíðarhóskandi karmi fyri okkara viðurskiftum við ES.Tað var boðskapurin í røðuni hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, á móttøku, sum Sendistova Føroya í ES skipaði fyri seinnapartin.fríggjadagin.
Á móttøkuni vóru fólk úr diplomatiska umhvørvinum í Brússel, bæði sendifólk og umboð fyri ES stovnar og aðrar fealgsskapir.
Fyrrapartin bar løgmaður somu sjónarmið fram á tveimum fundum.
Fyrri fundurin var við Luis Felipe Fernandez de la Pena.
Hann er stjóri fyri m.a. Evropa í Uttanríkiseindini hjá ES (EEAS - European External Action Service).
Seinni fundur var við danska ES-tinglimin Morten Messerschmidt, ið helst verður formaður í bólkinum í Evropatinginum fyri samstarv við EFTA lond.
Sami bólkur hevur hvørt ár fund við ??tnorðurráðið. Myndir úr Brússel kunnu síggjast á Facebook síðuni hjá Sendistovu Føroya í Brússel.
Trýst her
Røðan hjá løgmanni kann lesast her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald