JN

COUNTRY-GOSPEL-KONSERT

...

2014-03-14 02:49 Author image
placeholder

COUNTRY-GOSPEL-KONSERT

Við føroyskum tónleikarum

Áhugaverd gospelkonsert, við trivaligum Country upplivingum, verður í Nebo á Toftum fríggjakvøldið 14. mars. Har verður nakað fyri allar aldrar, tí tónleikararnir og sjálvur tónleikurin strekkir seg heilt frá seinast í sekstiárunum til dagin í dag - fýra fjølbroyttir bólkar fara at luttaka, og talan er um eina føroyska konsert burturav.

Miðnáttarsangbólkurin

Fyri slík, sum dáma væl at líta aftureftir, so kunnu fyrireikararnir lova eitt satt upplivilsi, við tað, at hin vælkendi og væl dámdi bólkurin, Miðnáttasangbólkurin, verður at hoyra við øllum teimum upprunaligu 13 røddunum, sum sambært álmannakkanum ikki longur eru blaðungir sangarar, men hava framvegis tann sama frískleikan og somu sanggleðina í sær.

Miðnáttarsangbólkurin byrjaði at syngja seinast í sekstiárunum; og upp ígjøgnum sjeyti-og áttatiárini ferðaðist bólkurin nógv millum samkomurnar í Føroyum, og vóru nógv at hoyra í kvøðuljómunum í ??tvarp Føroya.

Heine Lútzen

Lútzen-eftirnavnið er eitt kent handilsnavn í Føroyum, og hevur verið tað tey seinastu 175 árini. Fyri umleið trýati árum síðani, var tað, at ein ungur og ókendur maður av Lútzenættini steig fram á føroyska tónleikapallin við síni vøkru og higartil ókendu sangrødd ??? ungi maðurin var Heine Lútzen, sum í dag er fólkaogn á andaliga tónleikavøllinum, og setti ein nýggjan dám á ættarnavnið Lútzen!

Tónleikatalentin hjá Heina spennir heilt frá rocki og yvir í álvarsaman og hákirkjuligan sálmasang, sum fólk, bæði innan kirkjuna og fríkirkjurnar, hava tikið til sín. Heine hevur megnað at geva føroyska sálmasanginum eitt lyft, soleiðis at yngra ættarliðið kennir seg heima, og tey eldru hava ikki mist nakað. Hvussu mong munnu tey ikki vera, sum hava fingið eina nýggja uppliving av gamla sálminum ???Lít allar tínar leiðir,??? eftir at hava hoyrt hann framførdan við nýggjum íblástri av Heina ??? ein sonn perla fyri oyra!

Tey sum vera við til Gospel-konsertuna í Nebo fríggjakvøldið, koma at uppliva Lútzen-sangaran í sínum fríska country-essi, har hann nokk eisini kemur at borðreiða við onkrum nýggjum Country- innslagi.

Kristina Bærendsen

Síðani er tað hin altið so smílandi og fitta Kristina Bærendsen, sum við síni Country-stjørnurødd tók føroyngar við storm, tá hon kom út við síni fyrstu fløgu fyri tveimum árum síðani. At fløgan longu er útseld, sigur ikki so litið um Kristinu og hennara sangrødd, sum óivað er bjartasta kvinnuliga sang-stjørna á føroyska countrypallinum fyri tíðina. Kristina er dóttur kenda Country-sangaran av Tvøroyri, Alex Bærendsen - Kristina kemur at syngja saman við Halli og Beddi!

Blátt-Gras

Yngsta ???barnið??? innan føroyskan gospel-tónleik er bólkurin ???Blátt Gras.??? Tað eru 5 menn úr Vágunum, sum mynda bólkin. Fyrireikarnir siga í tíðindaskrivi, at Blátt-Gras er tann mest forvitnisligi bólkurin, sum kemur at luttaka á konsertuni. Bólkurin kemur at framføra sokallaðan føroyskan Blue-Grass-tónleik á móðumálinum ??? tað verður ???Blátt-Gras,??? sum kemur at enda konsertina í Nebo við sínum gleða tónleiki og góða teksti.

Komið og upplivi eina spennandi, fjølbroytta og F??ROYSKA Country-Gospel konsert við Miðnáttasangbólkin, Heina Lútsen, Kristinu Bærendsen og Blátt-Gras í Nebo á Toftum, Fríggjakvøldið 14. mars kl.21.00

Atgongumerki kostar 195,00 krónur, sum kann keypast á heimasíðuni www.gjamma.com

Atgongumerkir fáast eisini á hesum støðum: Kiosk Vár í Saltangará og í Klaksvík, í Navia í SMS, í FK í Vágunum og í Kunningarstovuni í Runavík.

Eisini kunnu atgongumerkir keypast við dyrnar beint undan konsertini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder