2015-06-24 21:48

Ferðamannaskipið Costa Fortuna vitjar í dag í Havn. Umborð eru 2.171 ferðafólk og manningin telur 959.
Tað er Tor Shipping í Havn, sum fyriskipar vitjanina í Havn.
Skipið verður liggjandi á Havnini til kl. 18 í kvøld, tá verður sett kós móti Íslandi.
Costa Fortuna er 272 metrar langt og 35 metrar breitt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald