2021-04-19 05:38

Christian kemur í Ánirnar í morgun við fullari last av svartkjafti, teir verða í Ánunum kl. 8, segði Páll Klein Rasmussen skipari, við okkum á JN.fo seint í gjárkvøldið.
Christian kemur at bíða í Ánunum eftir landingartørni í Fuglafirði, í løtuni landar Borgarin, so skal Finnur Fríði landa, so Høgaberg og Norðingur áðrenn Christian eigur tørn.
Nógv skip royna eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi eini 30-35 skip - flest russisk, so føroysk og íslendsk.
Fleiri íslendsk skip eru áveg til Íslands, øll fullfermd av svartkjafti - Børkur, Beitir, Aðalsteinn Jónsson og Venus.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald