Vinna

Christian í Grótinum siglir inn við 2.500 tonsum

...

2015-04-08 00:28 Author image
placeholder

 Christian í Grótinum fór í kvøld at sigla inn við útvið 2.500 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún í Fuglafirði.

Christian í Grótinum hevur roynt bæði í ES-sjógvi og í føroyskum sjógvi hendan túrin. Svartkjafturin sum teir fiskaðu í føroyskum sjógvi, var væl minni enn tað  sum teir fingu í ES-sjógvi.

JN.fo tosaði umborð fyri løtu síðan, teir søgdu at eystur av Munkagrunninum stóð heilt nógvur svartkjaftur, men tað var ungur fiskur, sum var har.

Teir koma á Fuglafjørð í nátt, men sleppa ikki framat at landa fyrrenn um middagin í morgin. Í løtuni landar Jupiter til Havsbrún.

Norðborg roynir í ES-sjógvi í ein útnyðring úr Hebridinum, har er størri svartkjaftur at fáa - Norðborg hevur uml. 900 tons inni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder