2015-05-21 12:45
Christian í Grótinum fór í gjárkvøldið at sigla inn fullfermdur av svartkjafti, teir fara fyrst á Klaksvík, tí teir sleppa ikki framat at landa hjá Havsbrún fyrrenn á middegi leygardagin.
Christian í Grótinum hevur roynt heilt eystur ímóti markinum við Hetland, har skipini eisini royna í morgun. Tað er smáur svartkjaftur tey fáa.
Norðborg og Næraberg leitaðu í gjár vestanfyri - í Bankarennuni og í kantinum á Bankanum, men har var lítið at síggja, tey bæði skipini eru í morgun stødd á Rygginum.
Íslendska skipið Vilhelm Thorteinnson er áveg til Ísland at landa, teir hava fult skip.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald