Í morgun var Christian í Grótinum á Havnini við fólkinum frá Havstovuni, sum hava verið við á kanningartúrinum, sum byrjaði 2. juli.
Kanningin er ein partur av eini størri ætlan, har bæði Ísland og Norra eru við.
Havstovan plagar at kunna um úrslitið skjótt eftir, at kanningarnar eru gjørdar.
JN.fo tosaði við skiparan á Christian í Grótinum í morgun - Páll Klein Rasmussen segði, at teir nú fara at rigga til, at fara á makrelveiðu, hann roknaði við, at teir fara avstað mitt í komandi viku.
Páll Klein Rasmussen segði, at teir høvdu tosað við Norðborg, sum roynir eftir makreli eystanfyri, Norðborg hevði góðan fiskiskap teir fyrstu dagarnar, men tað var heldur slakari nú.
Tað hevur verið liggjandi høgætt í eina heila viku, høgætt er ikki besta ætt til makrel- og sildaveiðu,
Myndin niðanfyri er tikin, tá ið Christian í Grótinum var útfyri ??ðuvík ávegis á Klaksvík.
Les eisini:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald