2013-09-11 05:23
Christian í Grótinum sum samtrolar við Norðborg fór í kvøld at sigla inn við fullari last av frystum, eisini hava teir nógv í tangunum.
Tað sum er í tangunum eini 5-600 tons av makreli verður landað til Faroe Pelagic í Kollafirði, Christian í Grótinum verður á Kollafirði til arbeiðstíð í morgin.
Tá ið teir hava landað í Kollafirði, verðr leiðin løgd í Norðhavnina har tað frysta verður landað.
Væntandi fara teir nýggjan túr fríggjadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald