Vinna

Christian í Grótinum landar í Fuglafirði

...

2013-11-04 18:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Christian í Grótinum kom á Fuglafjørð tíðliga í morgun við 640 tonsum av frystum og 80 tonsum av slógvi, alt verður landað í Fuglafirði, tí goymslurnar í Ánunum eru fullar.

Christian í Grótinum hevur hendan túrin roynt á uml. 65,3N og 1,5V. Skiparin Christian Djurhuus sigur, at fiskiskapurin hevur verið góður, og at tað er góð sild skipini fáa har norðuri.

Christian í Grótinum fer nýggjan túr í morgin, tað verður seinasti sildatúrurin í ár hjá teimum, tí tá verður kvotan uppi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder