2015-11-23 13:15

Christian í Grótinum kom í Ánirnar um 4-tíðina í nátt, við útvið 2.100 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún í Fuglafirði. Christian í Grótinum sleppir ikki framat at landa fyrrenn seinnapartin í dag, tí í løtuni landar Tróndur í Gøtu til Havsbrún.
JN.fo tosaði umborð á Christian í Grótinum í gjárkvøldið, teir søgdu, at fitt av svartkjafti var at síggja - ja væl meira enn tað plagar hesa árstíðina, svartkjafturin er í góðum standi, støddin liggur um 110-120 gramm.
Umframt tey føroysku skipini, so eru eisini 5 íslendsk skip á feltinum eystur úr Fugloynni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald