Christian í Grótinum er farin at sigla inn av svartkjaftafeltinum, teir hava fult skip útvið 2.550 tons av svartkjafti.
JN.fo tosaði fyri løtu síðan umborð við skiparan Páll Klein Rasmussen. Páll segði, at nógvur svartkjaftur var at síggja, teir byrjaðu fiskiskap leygardagin. Svartkjafturin hevði støddina frá 120 til 140 gramm, skiparin á Christiani í Grótinum visti at siga, at størri svartkjaftur var at fáa longuri vesturi, har Norðborg royndi.
Christian í Grótinum verður á Fuglafirði í nátt, teir landa til Havsbrún, teir byrja at landa, beinanvegin teir koma inn.
Í gjár fóru íslendsku skipini Hakon, Beitir og Børkur til Íslands - fullfermdir, í dag er Vilhelm Thorsteinsson og Lundey farnir at sigla til Íslands.
Nógv skip eru á feltinum sunnanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald