2017-05-12 22:22

Christian í Grótinum kemur fullfermdur av svartkjafti á Fuglafjørð á midnátt, teir hava roynt sunnast í føroyskum sjógvi.
Christian í Grótinum sleppir framat at landa beinanvegin teir koma inn, teir sigla væntandi aftur sunnunáttina.
Vit á JN.fo tosaðu umborð fyrr í kvøld, teir søgdu, at fitt av svartkjafti var at síggja, men nú royndu skipini eftir svartkjafti bæði vestanfyri og eystanfyri Føroyar eisini.
Norðborg er farin á sildaveiðu, teir eru í kvøld staddir eystanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald