2020-08-21 15:35

Christian í Grótinum siglir inn av makrelfeltinum, teir verða á Kollafirði um 9-tíðina í kvøld, har teir skulu landa 600 tons til Faroe Pelagic.
Í morgin landa teir slógv í Fuglafirði og so 300 tons av frystum makreli í Ánunum.
Vit tosaðu við skiparan Páll Klein Rasmussen fyri løtu síðan, hann segði, at teir hava fiskað bæði í altjóða- og í føroyskum sjógvi, nú teir fiskaðu í føroyskum sjógvi, vóru teir 120 fj. norður úr Føroyum.
Støddin er góð 470 - 500 gramm.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald