2013-12-10 20:21
Christian í Grótinum, sum hevur roynt eftir svartkjafti sunnanfyri, fór í gjárkvøldið at sigla inn við 1.400 tonsum.
Christian í Grótinum skal landa til Havsbrún, teir verða á Fuglafirði kl. 19 í kvøld.
Christian í Grótinum byrjaði túrin seinasta hósdag, tað hevur verið rusk veður á leiðini har svartkjaftaskipini royna, men hóast tað, so hava teir fiska hvønn dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald