2015-05-04 04:19
Christian í Grótinum kemur á Fuglafjørð um 5-tíðina í nátt við 1.900 tonsum av svartkjafti. Teir skulu landa 700 tons til Pelagos í Fuglafirði og 1.200 tons til Havsbrún.
JN.fo tosaði umborð fyri løtu síðan, teir søgdu, at ætlanin var at gera eitt tov afturat, men tað gjørdist óveður í kvøld, so teir valdu at sigla inn.
Tað eru ikki so nógv skip á feltinum í kvøld - íslendsku skipini Ingunn og Aðalsteinn Jónson og grønlendska skipið Polar Amaroq koma á feltið í nátt, teir hava landað í Íslandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald