Ítróttur

Cecil Weihe úr Bragdinum vann Tórshavn Marathon

...

2014-06-11 17:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tórshavn Marathon, sum framyvir skal verða meira býarkent, var runnið leygardagin 7.juni. Teinurin var í mun til tey undanfarnu 11 marathon, broyttur soleiðis, at runnið var ikki heilt til Kaldbaks, men Kaldbaksbotn og tí var ein partur av rutuni runnin í Hoyvík, Argjum og í Havn. Tað vil so siga, at Tórshavn Marathon, sum hevur verið kallað ekstremt marathon, nú kann kallast ekstremt og býarmarathon.

Vinnarin leygardagin var Cecil Weihe úr Bragdinum. Hann kom á mál við tíðini 2,50.19. Nummar tvey var Eirikur Hansen, sum rann 2.54 og triði maðurin, sum eisini er úr Bragdinum, var Hallur Holm og hann rann í 3 tímar og 7 min.

Hjá kvinnunum kom Rigmor N. Arge úr Hvirluni fyrst á mál við tíðini 3.22.35. Tvær tær næstu vóru úr Bragdinum. Beinta H. Joensen var tann fyrra av teimum báðum og rann teinin í 3.37.23, og Ann Thomsen tann seinna við tíðini 3.39.04.

Sum vanligt var eisini runnið hálvt marathon og har var luttøkan góð, serliga við føroyskum rennarum. Hjá monnunum vann Niels Poulsen úr Bragdinum, 1.24.28, nummar tvey var Henry Olsen eisini úr Bragdinum, 1.26.57 og triði maðurin var Jóhan M. Jacobsen úr Roysni, 1.28.01.

Hjá kvinnunum vann Borgarhjørt Holm, Bragdið, við tíðini 1.37.50, Eyðna Olsen eisini umboðandi Bragdið, var nummar tvey, 1.42.33 og triðja kvinnan var úr Hvistuni, Tina Grønbech Tausen, og rann teinin upp á 1.44.37.

Ikki líka nógvir útlendskir rennarar vóru við í ár og kemur tað helst av, at Tórshavn Marathon varð flutt frá september til juni. Bragdið hevur tó góðar vónir um at Tórshavn Marathon fer at gerast enn størri, enn tað higartil hevur verið. Samstarv er við Tórshavnar Kommunu, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder