JN

Býtt verður í drápspartar

...

2021-07-07 14:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í morgun var ein grind funnin vestanfyri Koltur. Grindin bleiv hildin til í Sandavági fyrrapartin. Raksturin og drápið gekk væl, og løgdu 77 hval beinini á sandinum í Sandavági.

Finnbogi Midjord, sýslumaður, sigur við jn.fo, at býtt verður í drápspartar og koma seðlarnir út klokkan 18 í Miðvági.

Grindin taldi 567 skinn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder