JN

Bygt stórt, prýðuligt og nýtímans seyðhús í Ognarhaganum

...

2014-04-06 16:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Kvíviksingar hava bygt eitt stórt, prýðuligt og nýtímans seyðhús í Ognarhaganum. Húsið liggur tætt omfyri kvívíksbygd og beint omanfyri landsvegin, sum gongur til Vestmanna. Húsið er 30 metrar langt og 9 metrar breitt. Í niðaru hæddini verður rætt og seyðhús, umframt stórt goymslurúm. Í parti av ovaru hæddini verður køkur og ein stórur salur, har pláss er fyri nógvum fólki. Húsið er bygt uppat rættini, teir hava beint omanfyri landsvegin.

Ognarhagin er 12 marka hagi, hann er størsti hagi í føroyum - 1.473 hektar - hagin ber 450 áseyðir, tað eru uml. 50 eigarar í Ognarhaganum

Í gjár tá ið vit komu framvið har, vóru kvívíksingar júst liðnir við fjallgonguna, teir høvdu givið øllum áseyðinum heilivág - vit tóku nakrar myndir av nýggja og prýðuliga seyðhúsinum - sí niðanfyri.

10 tey størstu matr.nr. í Føroyum

Tey størstu matr.nr. í Føroyum roknað eftir vídd eru:

Nr.Hektarkm2HagiBygdmk-gl-sk
1147314,73OgnarhaginKvívík12-00-00
2119711,97DalhagiVestmanna09-00-00
3108610,86KvíggjarhamarshagiSaksun11-00-00
49549,54FjalshagiVestmanna09-00-00
59429,42NorðurhelvtEiði12-00-00
69049,04DúvugarðahagiSaksun10-08-00
78968,96GlyvurshagiKirkjubøur08-08-00
88508,50SunnanmanshagiEiði13-12-00
98368,36SundshagiSandavágur06-00-00
108178,17Handantúnstriðingur, Fyri norðan ÁnnaSvínoy07-08-00


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder