JN

Byggisamtykt fyri Gásadal

...

2018-10-24 07:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sorvag.fo: At gera byggisamtyktir tekur langa tíð, og tíbetur kunnu vit siga, tí at her má alt hugsast væl og virðiliga ígjøgnum, tí at hetta kemur at merkja bygging í økjum í mong ár framyvir, og øll eiga at sleppa til orðanna, bæði borgarar, land og kommuna.

Vinnunevndin hevur seinasta hálva árið arbeitt við einum uppskoti til nýggja byggisamtykt fyri Gásadal.

??tlanin er, at allar bygdir í kommununi skulu hava dagførdar byggisamtyktir, og byrjað er við Gásadali.

Mikukvøldið kl. 19 verður borgarafundur í skúlanum í Gásadali, har fólk fáa høvi at hoyra um uppskotið og at gera viðmerkingar til uppskotið.

Síðan verður roynt at arbeiða hesar viðmerkingar inn í uppskotið, og eftir tað verður uppskotið lagt fyri bygdaráðið til viðgerðar.

Uppskotið verður síðan lagt út til hoyringar, so at øll, sum hava eitt hvørt at viðmerkja, kunnu fáa høvi til tess. Tá hoyringsfreistin er av, verður uppskot um byggisamtykt við hoyringsvarum send Byggi- og býarskipanarnevndini til viðgerðar.

Tað seinasta í hesari longu tilgongdini er, at nýggja byggisamtyktin verður send Innlendismálaráðnum til endaliga góðkenning.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder