JN

Bygginevndin fyri tjóleikhús farin til verka

...

2013-09-03 22:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Bygginevndin, sum skal gera byggiskrá og fyrireika byggingina av tjóðleikahúsi, er nú farin til verka. Nevndin, sum Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur sett, hevði sín fyrsta fund í Mentamálaráðnum í dag.

Yrkisleiklistin hevur vánaligar hølisumstøður, og eitt av høvuðsendamálinum við nýggja tjóðleikhúsinum, sum eftir ætlan skal standa liðugt í 2019, er at gera umstøðurnar hjá yrkisleiklistini tíðarhóskandi.

Játtaðar eru 5 mió. kr. á Løgtingsfíggjarlógini til endamálið í ár. Harafturat eru settar av á langtíðaríløguætlanini: 3 mió. kr. í 2017, 13,5 mió. kr. í 2018 og 28,5 mió. kr. í 2019.
Limirnir í bygginevndini eru:

Bjarni Wilhelm, deildarstjóri í Mentamálaráðnum, formaður
Jenny C. Petersen, stjóri á Tjóðpalli Føroya
Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu
Árni Baldvinsson, ljóstøkningur
Alda Joensen, fulltrúi í Mentamálaráðnum, skrivari

Landsverk er ráðgevi, og umboð eru Mikael Viderø, deildarleiðari, og Birita Wardum, arkitektur.

Mynd:Birita Wardum, Mikael Viderø, Jóan Petur Hentze, Bjarni Wilhelm, Bjørn Kalsø, Jenny C. Petersen, Árni Baldvinsson og Alda Joensen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder