JN

Bygdir á fallandi fóti

...

2013-12-05 04:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hóskvøldið heldur Petur Jacob Sigvardsen fyrilestur á Klaksvíkar bókasavni.

Fyrilesturin ber heitið ???Hvat hendir bygdunum og Føroyum ??? og hví????.

 

Petur Jacob Sigvardsen er gjáarmaður og millum teirra, ið minnist bygdir, sum stóu í besta blóma, men sum nú tykjast at bløða so líðandi burtur. Tað munnu vera nógv, ið undrandi spyrja, hvat ið hent er bygdunum og hví?.

 

Petur Jacob Sigvardsen gav fyri stuttu bók út ?????r Gjáar bygdasøgu ; Og Føroya bygdasøgu í nýggjari tíð??? við hesi bókini, og einum bindi í kemur seinni, lýsir hann týdningarmiklar tættir í Føroya bygdasøgu í nýggjari tíð, har serliga verður roynt at greina, hví fleiri bygdir og oyggjar í landinum nú eru á fallandi fóti.

 

Fyrilesturin hóskvøldið byrjar klokkan 19.30.


Kelda: in.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder