
Runavíkin spílar seg út nú býarskái verður í økinum. Tað eru handilslívið og Løkshøll ið skipa fyri upplivingum og seta hol á eina rimmar jólasølu.
Skipað verður fyri einum longum vikuskifti, har handlarnir hava longt sínar upplatingartíðir. Fleiri handlar skipa fyri serstøkum upplivingum ella kappingum. Streetfood verður í býnum, matstøðini bjóða okkurt gott til góman, Bókasavnið við Løkin skipar fyri tiltøkum og harumframt bjóðar Løkshøll til stórsligna konsert við Teiti Lassen og jassur verður eisini í økinum. Teitur er útgávuaktuellur við ???I Want to be kind???, og konsertin við honum verður leygarkvøldið 10. nov kl. 20.00. Fleiri gistingarmøguleikar eru eisini í økinum, so til ber at gista og samstundis avgreiða allar jólagávurnar, taka sær av løttum og uppliva, hvussu Runavíkin spílar seg út eitt vikuskifti í november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald