2017-03-03 12:51

Vága kommuna hevði í gjár boði Bústaðum til fund vesturi í Vágum, fyri at tosa um møguleikarnar at byggja íbúðir í Sandavági og Miðvági.
Fundurin var fyri at kunna um møguleikarnar at byggja í kommununi og at fáa at vita hvørjir møguleikar liggja í Bústaðum.
Kommunan vísti á økir bæði í Miðvági og Sandavági - Í Miðvági er talan um eitt økið Uppi í Hús og í Sandavági á Steig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald