Vinna

Bústaðir í Suðurstreymi?

...

2015-04-23 21:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Tað er mær ørkymlandi, at "Bústaðir" ikki nevnir Nólsoy, tá ið ætlanir eru lagdar fram at byggja í búðir í Suðurstreymi.

 
Tað er fyri mær eisini ørkymlandi, at Tórshavnar kommuna er so tigandi um bústaðarætlanir í Nólsoy.

 
Nú nýggj ferja er væl nærri enn nakrantíð áður, samstundis sum eg gangi út frá at bíligari rakstur hevur við sær fleiri túrar, er gylt høvið at Tórshavnar Kommuna og Bústaðir samstarva um bústaðarmøguleikar í Nólsoy.

 
Tvær lonir eystanfyri skúlan - við íbúðum til lesandi, ung og eldri - kunnu hava við sær at onnur tóm hús í Nólsoy samstundis verða attraktiv.

 
Dagført ferðasamband og bústaðarmøguleikar, er bjargingin fyri hesa vøkru oyggj!

 
Fleiri borgarar í Nólsoy hevur eisini við sær at bæði dagstovnurin Látrið og Nólsoyar skúli verða gagnnýtt betur - kanska vit samstundis fáa nøkur arbeiðspláss afturat?

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder