Bústaðir hevur keypt 24 íbúðir á Heimasta Horni í Tórshavn frá Sp/f Íbúðir Undir Gráasteini, ið BankNordik hevur fíggjað. Talan er um Heimasta Horn nr. 36 og nr. 38, ið eru vestastu eindirnar í byggjarínum. Íbúðirnar, ið allar eru høvuðsumvældar, verða nú yvirtiknar av bústaðafelagnum. Søluprísurin var 38.4 mió.
Bústaðafelagið, sum lat upp fyri innliman í september 2013, hevur umleið 1200 limir, ið ynskja sær ein leigubústað í Suðurstreymoy. Hóast fleiri verkætlanir eru ávegis í Tórshavn, so gongur eitt ár, áðrenn tær fyrstu av hesum íbúðunum verða til taks.
"Keypið ger, at vit kunnu framskunda okkara útboð av leigubústøðum í høvuðsstaðarøkinum, og møta stóra eftirspurninginum", sigur Andras Róin, stjóri á Bústøðum.
Væntandi verða íbúðirnar klárar at flyta inn í fyrst í mei mánaða, og Bústaðir fara í næstum at kunna nærri um hetta nýggja tilboðið til okkara limir, skrivar Bústaðir á heimasíðu síni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald