
Síðstu vikurnar - síðani GMF setti tað aftur á skrá - hevur nógv umrøða verið av bústaðartrotinum í Føroyum. Hesa vikuna umrøddi Løgtingið eisini avbjóðingina, sum man vera týdningarmesta avbjóðing okkara í løtuni.
Sum viðhefti grafur vísir, hava vit í Føroyum bygt metfáar bústaðir síðstu fýra árini, slakar 100 bústaðir um ári. Um somu tíð hava vit havt metstóra tilflyting og fólkavøkstur, áleið 2.500 fólk. Ei undur í, at vit hava bústaðartrot og vaksandi húsaprísir.
Í 2012 bleiv Bústaðir sett á stovn sum eitt slag av 'rebranding' av Húsalánsgrunninum, har lóggávan eisini bleiv broytt og gav heimild til at byggja og leiga út leigubústaðir. Síðani hevur Bústaðir bygt/yvirtikið 240 leiguíbúðir, og eftir ætlan byggja tey 260 íbúðir aftrat næstu trý-fýra árini. Til hetta endamál hevur Bústaðir fingið heimild at upptaka lán fyri 250 mió. kr. Í 2017 hevði Bústaðir 1,5 mió. kr. í undirskoti, og roknar stovnurin við framhaldandi at hava undirskot komandi árini.
Sum viðhefta sitat frá stjóranum í Bústaðir vísir, hevur stovnurin tí sjálvsfatan, at hóast stovnurin er í beinleiðis kapping við privatar aktørar, nýtist hann ikki at renta eginognina ella rindað eitt avkast til eigaran (føroyski skattaborgarin). Stjórin sigur beinleiðis, at Bústaðir ikki hevur vinning fyri eyga. Hetta er í beinleiðis andsøgn við eigarapolitikk landsins, hvørs uppskot bleiv gjørt í vár - sí viðhefta sitat frá hesi frágreiðing. Eigarapolitikkurin ásetur, at almenn feløg í beinleiðis kapping við privatar fyritøkur eiga at vera rikin við munagóðum rakstri fyri eyga og kappast á jøvnum føti við privatu feløgini. Tað hendir ikki, tá vit sum skattaborgarar fáa eitt undirskot á 1,5 mió. kr. í avkast av teimum 615 mió.kr. í eginogn í Bústaðir.
Eg vil vága páhaldið, at høvdu politikkarnir latið vera við at víðka um heimildirnar hjá Bústøðum, men í staðin bøtt enn meira um karmarnar fyri privata leigubústaðarmarknaðin, hevði bústaðartrotið verið minni í dag. (Eitt nú við bústaðarstuðli til borgarar í leiguíbúðum fyri at javnseta við rentustuðulin til eigaraíbúðir.) Í staðin skeiklar Bústaðir leigubústaðarmarknaðin og ger tað minni lokkandi fyri privat at byggja og leiga út. Og tað blívur ikki frægari av eisini at geva kommununum hemild til at skeikla marknaðin - sum er eitt av uppskotunum Løgtingið viðger í løtuni.
Nakað annað er tað, at leiguíbúðarmarknaðurin er ein pinkulítil partur av bústaðarmarknaðinum í Føroyum: Einans 2000 húskir ella 11% búðu til leigu í 2011 eins væl og í 1977. Sí talvu frá Fólkateljingini í 2011. Frágreiðingin upp á hetta frávik í mun til eitt nú Danmark (har ein triðingur býr til leigu) er í veruleikanum øgiliga einføld: Inntil fyri nýliga blivu leiguinntøkur hart skattaðar (í mun til onga skatting av vinningi av sølu av egnum bústaði), meðan stuðul verður veittur til rentuútreiðslur til bygging av egnum bústaði. Nevnast kann, at Eyðun Mørkøre, stjóri í TAKS, nýliga hevur skotið upp at strika skattingina av leiguinntøkum fyri at stimbra um áhugan fyri at leiga út.
Johnny í Grótinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald