2020-01-03 13:15

Bussurin hjá Bygdaleiðum, sum var áveg úr Havn til Klaksvíkar, fór út av vegnum við Landsfjósið - tætt norðanfyri Kollafjørð.
Sum vit skilja, so var nógvi vindurin orsøkin til at bussurin fór útav.
Eingin fólkaskaði stóðst av hendingini.
Allar bygdaleiðir uttan leið 700-701-600-601 avlýsa fyribils
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald