Vinna

BULUR hevur bygt fleiri hús í Vágum

...

2013-12-13 19:53 Author image
placeholder

Byggifyritøkan BULUR hevur bygt fleiri. Í morgun byrjaðu teir at steypa grundina og gólvið í einum nýggjum húsum, sum skulu byggjast Norði á Heiðum í Miðvági.

Vit fingu eitt stutt prát við annan av eigarunum - Jákup Suna Joensen - hann segði, at teir hava bygt fleiri hús í Vágum. Eisini segði hann, at nakað av eftirspurningi er í løtuni.

Sp/f Bulur á Signabø varð stovnað í 1998 og hevur síðan lagt seg eftir at smíða sethús, tilevnað føroysk viðurskifti. Eigarar av felagnum eru Jákup Suni Joensen av Signabø og Angi Johannesen úr Kollafirði, sum eiga hvør sína helvt í felagnum. Felagið byggir í høvuðsheitinum sniðhús, men til ber til einahvørja tíð at gera broytingar eftir egnum ynski. Roknað verður við umleið 10 ársverkum í starvi hjá fyritøkuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder