JN

Bruttotjóðarúrtøkan var 13,6 milliardir í 2012

...

2014-03-05 18:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Bruttotjóðarúrtøkan í marknaðarprísum, BT??, var 13.650 miljónir krónur í 2012, sum eru 396 miljónir og 3 prosent meira enn í 2011.
Bruttotjóðarúrtøkan í marknaðarprísum verður gjørd upp sum virðisøkingin í øllum vinnugreinum samanlagt og haraftrat meirvirðisgjald og aðrir vøruskattir.



Virðisøking skift á vinnugreinabólkar
Talvan omanfyri vísir virðisøkingina í ársins prísum, skift á vinnugreinabólkar 2010-2012.
Virðisøkingin var 11.943 miljónir krónur í 2012, sum eru 396 miljónir meira enn í 2011. Tað er sami vøkstur í prosentum sum árið fyri, 2,9 prosent.

Mesti vøksturin í 2012 stavaði frá øðrum tænastuvinnum, 381 miljónir krónur og 7,8 prosent. Tað eru yvirhøvur privatar tænastuvinnur. Vøkstur hevur verið í øllum hesum vinnum, men tað eru serliga flutningstænastur, sum gera munin, og har var vøksturin 174 miljónir, 21,3 prosent. Av flutningstænastunum er tað sjóflutningur, sum eigur mesta vøksturin.

Vøksturin  í ídnaði, orku og bygging var samanlagt 72 miljónir í 2012, tað eru 3,8 prosent.
Virðisøkingin í matvøruídnaði vaks 7 prosent, og hetta er meira enn vanligt hevur verið seinastu árini. Virkingin av uppisjóvarfiski gjørdi góðan mun í 2012, men tað var framgongd í mestsum allari fiskavirking. Eisini annar ídnaður hevði framgongd.

Harafturímóti minkaði virðisøkingin í byggivinnuni í 2012. Byggivinnan merkir meira enn flestu aðrar vinnur sveiggini í búskapinum. Undan fíggjarkreppuni, frá 2005-2008, vaks virðisøkingin í byggivinnuni úr 600 miljónum upp í 900 miljónir. Tvey ár seinni, í 2010, var virðisøkingin minkað niður aftur á góðar 600 miljónir. Og eftir ein vøkstur í 2011, var virðisøkingin í byggivinnuni aftur á góðum 600 miljónum í 2012.

Eisini í fiskiveiði og fiskaaling var afturgongd í 2012, og samanlagt er minkingin 154 miljónir og 8 prosent í tilfeingisvinnum. Eftir stóra vøksturin undanfarnu árini, serliga í 2010, minkaði virðisøkingin í fiskiveiðuni 2,4 prosent í 2012, og flestu fiskiskipabólkar høvdu afturgongd. Hægri oljuprísir ávirkaðu allar bólkar, og minni veiða og lægri prísir høvdu eisini stóra ávirkan á feskfiskaveiðina í 2012.
Virðisøkingin í fiskaaling, sum gjørdi eitt rættiligt lop frá 2009 til 2010, úr 360 miljónum upp á 633 miljónir, minkaði í 2011 og 2012 niður á sama støði sum í 2009. Hóast tøkan vaks munandi. Orsøkirnar vóru bæði minni virði og hægri framleiðslukostnaður á framleiddu eindunum.

Vøksturin í almennari fyrisiting og tænastu hevur verið minkandi síðan 2008 og var 1,4 prosent í 2012.



 

Myndin omanfyri vísir virðisøkingina í fýra vinnubólkum sum partur av virðisøkingini samanlagt í 2000, 2003, 2006, 2009 og 2012.

Í 2000 var íkastið frá tilfeingisvinnum sløk 22 prosent, men minkaði so niður á 14 prosent í 2003. Síðan vaks prosentparturin aftur til 17,6 prosent í 2006. So var aftur ein stór minking niður á sløk 12 prosent í 2009. Í 2012 var íkastið frá tilfeingisvinnum 15 prosent, nakað minni enn í 2010 og 2011.

Parturin hjá ídnaði, orku og byggivinnu er minkaður støðugt síðan 2003, úr góðum 21 prosentum niður í 17 prosent í 2012.

Íkastið frá almennari fyrisiting og tænastu vaks úr um 20 prosentum upp á um 26 prosent í 2009, men er síðan minkað nakað aftur.

Frá privatum tænastuvinnum er íkastið vaksið úr sløkum 39 prosentum upp í 44 prosent. Privatar tænastuvinnur eru handil og umvæling, gistihús- og matstovur, flutningur og samskifti, fígging og trygging, kunningartøkni, fastognaumsiting og aðrar handilsligar tænastuvinnur.

 


Síðan 1998 er bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum vaksin úr 7,4 miljardum krónum upp í góðar 13,6 miljardir. Men sum myndin omanfyri vísir, hevur gongdin verið skiftandi, og er tað serliga orsakað av skiftandi gongdini í tilfeingisvinnunum og í byggivinnuni. Onkur ár hevur bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum eisini minkað. Í 2003 var tað fellið í alivinnuni, sum saman við stórari afturgongd í fiskiveiðuni var høvuðsorsøk til minkingina. Og beint eftir fíggjarkreppuna í 2008 var tað serliga minni bygging og minni  innlendskur eftirspurningur yvirhøvur, sum dró bruttotjóðarúrtøkuna niður.
Eftir minkingina í 2008 og 2009 er bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum vaksin aftur, 7 prosent í 2010, 2,4 prosent í 2011 og 3 prosent í 2012.


Bruttotjóðarúrtøkan skift á útreiðslur
Uppgerðin av bruttotjóðarúrtøkuni frá útreiðslusíðuni er samanfatað í talvuni niðanfyri. Í 2012 var húsarhaldsnýtslan góðar 7,5 milliardir, tað eru 55,1 prosent av BT??. Almenna nýtslan var 4,2 milliardir, 30,9 prosent av BT??. Bruttoíløgurnar vóru góðar 3,9 milliardir, 28,9 prosent av BT??. Og hallið á vøru- og tænastuhandlinum við umheimin var góðar 2 milliardir, 14,9 prosent av BT??.

 


Sum myndin niðanfyri vísir, so broytast partarnir av BT??, sum endar sum húsarhaldsnýtsla og almenn nýtsla, vanliga ikki nógv ár um ár. Tað hevur tó verið eitt greitt skifti í støðinum. Árini 1998-2002 var húsarhaldsnýtslan millum 51 og 53 prosent av BT??, meðan parturin síðan 2003, tó 2010 undantikið, hevur verið millum 55 og 58 prosent.

Almenna nýtslan sum partur av BT?? var árini 1998-2002 góð 25 prosent, meðan parturin síðan 2003 hevur ligið rundan um tey 30 prosentini.
Í 2012 vóru íløgurnar útvið 30 prosent av BT??, eins og í 2000, 2003 og 2007. Hini árini síðan 1998 hevur íløguparturin ligið milllum 18 og 25 prosent. Stóri íløguvøksturin í 2012 stavaði ikki frá vaksandi byggivirksemi í Føroyum, men frá skipainnflutningi, flogfari, útbygging av orku og virkjum annars.
Hesin innflutningur av íløguvørum sæst skjótt aftur í nettoútflutninginum, hallinum á vøru- og tænastuhandlinum við umheimin, sum í 2012 var omanfyri 2 milliardir. Og tað hevur verið hall á vøru- og tænastuhandlinum við umheimin tey seinastu 14 árini, frá 1999-2012. Sum partur av BT?? var hallið í 2012 um 15 prosent BT??, nærum eins stórt sum í 2007. Árini 2008-11 var nettoútflutningurin millum 4 og 9 prosent av BT??.
 


 

Fleiri tøl eru at finna í hagtalsgrunninum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder