Mentan

Brúkið fólkateljingina í undirvísingini

...

2014-08-04 14:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Lærarar eiga at brúka fólkateljingina í undirvísingini.


Tað skrivar Maria V. Hansen, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag á heimasíðuni hjá Føroya Lærarafelag.


Í apríl vóru flestu úrsltini frá manntalinum í november 2011 almannakunngjørd.

Tað varð nógv tosað um tað góða og neyðuga at telja allar føroyingar og lýsa, hvussu Føroyar sóu út 11/11-11. Eftir at úrslitini eru vorðin almenn, hevur ikki so nógv verið at hoyrt.

Vanliga siga vit, at vit hava hungrað eftir føroyskum hagtølum her heima, men duga vit ov illa at nýta tað, sum er gjørt?

??ll úrslitini frá fólkateljingini liggja á heimasíðuni hjá Hagstovuni, og mann skal gera sær ómak fyri finna fram til tær ymsu talvurnar. Men tá mann kemur á lagið, eru fleiri hundrað talvur, sum eiga at kunna brúkast í undirvísingini.

Vit lærarar skulu gera okkum ómak at taka nýtt tilfar til okkum, hugleiða og kanska undrast yvir tølini, og spyrja, hvat liggur aftan fyri tey, hví man so vera og so framvegis.

Lærarum dámar væl at halda seg dagførdar og leggja seg eftir at brúka tey tól og amboð, sum hoyra nútíðini til. Og her er so ein góður møguleiki at hyggja nærri eftir samtíðini.

Vit mugu vóna, at lærarar brúka tey nýggju hagtølini, sum nú fyri fyrstu ferð eru løgd fram. Um lærarar eru farnir at brúka tey, so hevði verið spennandi at hoyrt, hvørjar royndirnar eru. Hvørjar lærugreinir hóskar tilfarið til og á hvørjum floksstigum.

Nám skipar javnan fyri skeiðum fyri lærarum. Nú í mai kom eitt yvirlit yvir tilboðini í vetrarhálvuna, og vanliga koma tilboðini fyri várið seinast í november.

Um tað er ov seint at taka við í vetur, so hevði tað verið eitt hugskot at hildið eitt skeið um nýtslu av heimasíðuni og øllum hagtølum, sum eru komin burtur úr fólkateljingini. Hvussu kann hetta taltilfeingið brúkast í støddfrøði, í søgu og samtíð, ja ella í øðrum lærugreinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder