Frá 2012 til 2013 lækkaði miðalbrúkaraprístalið 0,6 prosent. Hetta er heilt øðrvísi prísgongd enn undanfarnu tvey árini, tá prísvøksturin hevur verið omanfyri 2 prosent. |
Brúkaraprístalið er lækkað alt árið 2013, úr 121,3 fyrsta ársfjórðing, 120,6 annan ársfjóring, 120,0 triðja ársfjórðing og niður á 119,4 fjórða ársfjórðing. Í miðal hevur brúkaraprístalið verið 120,3 í 2013 samanborið 121,1 í 2012. Miðalbrúkaraprístalið er sostatt farið 0,6 prosent niður í 2013. Í 2012 vaks miðalbrúkaraprístalið 2,1 prosent og í 2011 2,3 prosent. Miðalbrúkaraprístalið javnar út hissini prísbroytingar í einstøkum ársfjórðingum við at samanbera miðalprístalið fýra teir seinastu ársfjórðingarnar við miðalprístalið undanfarnu fýra ársfjórðingarnar. Størstu ávirkanina á príslækkingina hava býlisprísirnir, sum eru farnir 3 procent niður. Tað er fyrst og fremst roknaða miðalrentan á íbúðalánum, sum hevur drigið býliskostnaðin niður, hon er lækkað 7,8 prosent. Prísurin á brenniolju er lækkaður 3,4 prosent, meðan ravmagnprísurin er hækkaður 3,1 prosent. Prístalið er eisini lækkað í fleiri øðrum nýtslubólkum í 2013, mest í samskifti (-2,9%) og í innbúgv, húsbúnaður o.l. (-1,3%). Mesti prísvøkstur hevur verið í bólkunum klædnavørur og fótbúnaður (1,3%) og hotel og matveitarar (1,0%). |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald