Politikkur

Brúkaraprístalið er lækkað 1,1 prosent seinasta árið

...

2014-07-14 15:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Frá øðrum ársfjórðingi í fjør til annan ársfjórðing í ár er brúkaraprístalið farið 1,1 prosent niður.

Tað eru príslækkingar í nýtslubólkinum býli, sum hava ávirkað brúkaraprístalið mest seinasta árið. Rentan á íbúðalánum er farin 23,3 prosent niður, og prísurin á brenniolju til húsarhald er lækkaður 2,6 prosent. Samanlagt er býliskostnaðurin farin 8,3 prosent niður.
Prísirnir eru eisini lækkaðir í fleiri øðrum nýtslubólkum. Klædnaprísirnir eru lækkaðir 2,6 prosent, samskiftisprísirnir eru farnir 0,6 prosent niður, og príslækkingin í nýtslubólkinum ymiskar vørur og tænastur hevur verið 2,1 prosent.
Mesti prísvøkstur seinasta árið hevur verið í nýtslubólkinum hotel og matveitarar, 2,8 prosent.
Prísirnir á matvørum - samanlagt - hava so at siga staðið í stað seinasta árið. Mestu broytingarnar eru, at fruktin er dýrkað, og drekka er vorðið bíligari.

??broytt seinasta ársfjórðingin
Brúkaraprístalið annan ársfjórðing 2014 er 119,2, sama sum fyrsta ársfjórðing.
Mesti prísvøksturin seinasta ársfjórðingin hevur verið í nýtslubólkinum hotel og matveitarar, sum er hækkaður 1,7 prosent. Mesta príslækking hevur verið í nýtslubólkinum innbúgv, húsbúnaður o.l., sum er lækkaður 1,3 prosent.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder