2016-06-19 14:22

Í nátt fekk MRCC Tórshavn eina fráboðan um, at ein bátur hevði brúk fyri hjálp til at sleppa til lands.
Klokkan var farin av trý í nátt, tá rescue LÍV fór av Havnini og til bátin ið var staddur suður úr Eystnesi. Klokkan 03:20 byrjaði LÍV at sleipa bátin til Toftir. LÍV kom við á Toftir við bátinum klokkan 04:10.
LÍV hevur gjørt tríggjar hjálparveitingar fyri MRCC Tórshavn síðani nýggja avtalan millum bjargingarfeløgini og tryggingina kom í lag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald