2016-05-27 11:15

Seint í gjárskvøldið vóru boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways. MRCC Tórshavn fekk eina fráboðan klokkan 22:37, at ein sjúklingur mátti flytast av Suðuroynni og á Landssjúkrahúsið.
MRCC Tórshavn sendi bjargingartyrluna hjá Atlantic Airways suður eftir sjúklinginum, og fór hon til Froðba eftir honum, og fekk flutt hann á Landssjúkrahúsið.
Á heimasíðuni hjá MRCC sæst, at bjaringartyrlan hevur gjørt 27 vanligar sjúkraflutningar higartil í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald