2019-01-10 07:48

Vit skrivaðu í gjár eina grein, um at tyrlan hjá Atlantic Airways hevði gjørt sín fyrsta sjúkraflutning fyri 2019.
Í nátt var so aftur brúk fyri tyrluni. MRCC støðin í Havn fekk eina fráboðan klokkan 00:49 í nátt um, at neyðugt var at fáa flutt ein persón av suðuroynni og norð á Landssjúkrahúsið.
Tyrlan lendi í Froðba klokkan 01:36, har hon fekk persónin umborð, og fleyg hann síðani á Landssjúkrahúsið har hon lendi klokkan 02:01 í nátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald