Vinna

Brúgvin um Hólmagjógv liðug um 3-4 vikur

...

2021-08-13 20:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í summar hevur verið arbeitt við at seta nýggja brúgv upp um Hólmasund, sum er ímillum Mykines og Mykineshólm, arbeiðið byrjaði fyrst í juli, tað er Articon, sum stendur fyri arbeiðinum, teir hava havt spaniólar og portugisar at seta brúnna saman, tað arbeiðið er nú liðugt og spaniólarnir og portugisin fara heim í morgin. So skal Articon gera arbeiðið liðugt m.a. leggja dekk í o.a., alt væntast at verða liðugt fyrst í september.

Fyrsta brúgvin út í hólm kom í 1909, sama ár, sum vitin kom í Mykineshólmi, tað var ein heingibrúgv.

Tann næsta kom 1955.

Tann triða kom í 1989.

So henda brúgvin, sum verður tikin í brúk í september verður tann fjóra brúgvin út í hólm.

Myndirnar hevur Sólja Jóanisdóttir tikið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder