2013-09-13 15:10
Í dag verður brúgvafagnaður við brúnna um Streymin í sambandi við, at 40 ár eru liðin síðan brúgvin var tikin í nýtslu. Gingið verður í skrúðgongu kl. 16.00 frá umhvørvisplássinum í Nesvík suður til Eydnuna. Ellisakfør eru við á ferðini, eins og nýggi sløkkiliðsbilurin verður at síggja.
Kl. 17.00 fara teir báðir Heini Olsen og Niklas Foldbo at greiða frá søguni um brúnna, ið hevur havt alstóran týdning fyri samferðsluna í øllum meginøkinum, og fyri okkum í Sundalagnum lagt støðið undir samstarvinum millum bygdirnar her og við hesum eisini Sunda Kommunu. Sámal Ravnsfjall og Hans Olivur Joensen syngja og spæla til hetta tiltakið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald